Fiskamarknaðurin: Hampiligt veður

Fiskamarknaðurin: Hampiligt veður
Hann boðar frá hampiligum veðri komandi viku, og tað merkir fiskiskapin, boðar Fiskamarknaður Føroya frá fríggjadagin
Tilvildarlig savnsmynd
 
19.06.2022 - 12:52

 Eitt línuskip er á Íslandsrygginum, men er talan um nýliga byrjaðan túr, so tað kemur ikki at landa fyrr enn síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku. Restin liggur við bryggju, men møguliga fer okkurt avstað í næstum.
 

Fýra frystilínuskip eru á Føroya grunninum. Trý eru á Flemish Kap.

Útróðrarbátarnir hava hampiligan streym, og veðrið sær út til at blíva gott í vikuni, so roknað verður við nakað av útróðri. Fiskaríið er smáligt. Bátarnir fáa mest hvíting, boðar Fiskamarknaðurin frá í sínari meting. 

Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiðu og kemur at landa fyrst í vikuni. Hann er bretskum sjógvi. Ein liggur við bryggju.

 

Fýra pør

Fýra partrolarar eru til fiskarí, og koma tey flestu at landa í vikuni. Fiskaríið er smáligt, sum Fiskamarknaðurin skilir. Tey fáa eisini nakað av hvítum fiski. Tvey pør fiska gulllaks.

Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríið er smáligt. Tvey fiska havtasku. Bæði hava brúkiligt fiskarí. Øll garnaskipini landa í vikuni, sigur metingin hjá Fiskamarknaði Føroya. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur 5.partur
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858