- Tíðindi, mentan og ítróttur
Friðarligt kring landið
Friðarligt kring landið
Allastaðni kring landið var friðarligt í gjárkvøldið og í nátt

25.06.2022 - 10:44
Tað var friðarligt hjá løgregluni í gjárkvøldið og í nátt.
Einastu uppgávurnar av týdningi vóru at taka ein leysan hund, og at fáa sjúkrabil eftir einum manni, sum hevði sligið seg í.
Ferðslupolitiið koyrdi í Streymoynni, Vágum og í Eysturoynni, men har vóru fáir bilar at síggja, og alt var sum vanligt.
Í dag væntar politiið, at meira verður at gera, tí Jóansøka er í Vági og tónleikafestivalurin, Voxbotn, í Havn.
Fyrireikingarnar eru í hæddini, og sum líður á fyrrapartin verða vegir stongdir í Havn, og á middegi skal politiið í Vágsbotn at góðkenna tað seinasta, áðrenn festivalurin byrjar, verður upplýst av politistøðini í Havn.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























