Tíggjunda hvør mamma fær barnsburðartunglyndi

Tíggjunda hvør mamma fær barnsburðartunglyndi
Heilsufrøðingarnir hava kannað nýklaktar mammur síðani 2012, og kanningar vísa, at 10 til 12 prosent av kvinnum, sum hava átt, hava tekin um barnsburðartunglyndi.
 
29.06.2022 - 08:55

Tíggjunda hvør kvinna, sum eigur barn, fær barnsburðartunglyndi. 

Heilsufrøðingarnir hava kannað nýklaktar mammur síðani 2012. 

Sambært Gigni vísa hesar kanningar, at 10 til 12 prosent hava tekin um barnsburðartunglyndi.

Kvinnurnar, sum hava barnsburðartunglyndi, verða ávístar til kommunulækna, sum vísa víðari til sálarfrøðing ella til Psykiatriska depilin. 

Í løtuni kann vera trupult at sleppa til sálarfrøðing.  

Sambært Heilsutrygd er bíðitíðin frá einum mánað upp í seks mánaðir.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen,landsstýrismaður, sum hevur svarað spurningnum um barnsburðartunglyndi frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu.

Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum er við í einari verkætlan um barnsburðartunglyndi.

Við eru eisini Gigni, ljósmøðurnar og kommunulæknaskipanin. 

Verkætlanin er ikki liðug enn. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025