Kvirra og forbøn í Sundby Kirke

Kvirra og forbøn í Sundby Kirke
Sundby Kirke á Amager bjóðar føroyingum til eina stilla løtu og forbøn í kirkjuni á Amager eftir skottilburðin í Fields sunnudagin.
 
04.07.2022 - 16:05

Føroysk kvirra og forbøn verður í Sundby kirke á Amager eftir skottilburðin í Fields í gjár.

Fólkakirkjan bjóðar í kvøld klokkan 19 - 21 føroyingum til eina stilla løtu og forbøn í kirkjuni á Amager.

Tað verður Ovi Brim, prestur í føroysku fólkakirkjuni, sum leiðir løtuna í Sundby kirke, har høvið eisini verður at tendra ljós.

Vesturkirkjan opin mánakvøld

Eisini Vesturkirkjan hevur boðað frá, at kirkjan verður opin í kvøld, mánakvøld frá kl. 17.00 til á miðnátt í kvøld.

Høvi verður at koma í kirkjuna fyri at tendra ljós, biðja eina bøn, sita í kvirru og at práta við prest. Kl. 19.30 verður ein andakt hildin

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. apríl
RagnarRokk 9.apríl 2026
206538
Hósdag 9. apríl
RagnarRokk: Fabienne Erni um Starveil
206535
Hósdag 9. apríl
Kvørnin: Trý føroysk stakløg
206824
Hósdag 9. apríl
Nýtt ljóð
206817
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
206843
Hósdag 9. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206842
Hósdag 9. apríl
Veðrið
206826
Hósdag 9. apríl
Tíðinafundur
206805
Mikudag 8. apríl
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
206763