SAS biður um konkursverju í USA

SAS biður um konkursverju í USA
Flogfelagið SAS hevur biðið ein dómstól í USA um konkursverju, nú næstan 1.000 flogskiparar eru farnir í verkfall.
 
05.07.2022 - 10:30

Flogfelagið SAS, hevur biðið ein dómstól í USA um konkursverju.

Tað hendir, eftir at næstan 1.000 flogskiparar hjá flogfelagnum fóru í verkfall í gjár, og tað darvar virksemið hjá felagnum, sum longu frammanundan er í fíggjarligum trupulleikum.

Við umbønini hevur SAS biðið dómstólin um at vera við í samráðingum við kreditorar og samstundis forða fyri, at felagið verður kravt á húsagang.

Leiðslan í SAS sigur, stigið vera neyðugt, tí felagið hevur í fleiri ár ikki kunnað røkt virksemið til fulnar av fleiri orsøkum. M.a. ætlar felagið við stiginum at minka um útreiðslurnar til starvsfólkið.

Konkursverja gevur arbeiðsfrið

- Fyrst og fremst gevur ein slík konkursverja arbeiðsfrið fyri felagið, tí at kreditorar ikki kunnu hótta við at krevja felagið á húsagang, sigur Jacob Petersen, greinari hjá Sydbank. 

Leiðslan í SAS legði í februar fram ætlanir um at fáa felagið á røttu fíggjarligu kósina aftur. Sambært Jacob Petersen hevur tað tó verið at kalla ómøguligt hjá felagnum at fremja hesar ætlanirnar, og felagið hevur ikki funnið semju við hvørki flogskiparar ella lánveitarar. 

Sambært Jacob Petersen gevur konkursverjan flogfelagnum møguleika fyri at halda fram við virkseminum eins og frammanundan, samstundis sum neyðugu broytingarnar verða gjørdar. Sostatt ávirkar konkursverjan í so máta ikki kundarnar. 

- Við hesari løgfrøðiligu tilgongdini fær felagið so at siga møguleikan fyri at arbeiða við motorinum, meðan bussurin koyrir, sigur Jacob Petersen. 

Tað er tó ilt at meta, um konkursverjan fer at leingja ella stytta verkfallið hjá flogskiparanum.

Ein drúgv tilgongd

Danski nevndarformaðurin í SAS, Carsten Dilling, sigur við DR, at stigið sum SAS hevur tikið, fer at vara í 9-12 mánaðir.

Hann sigur, at talan er um eitt stig, sum er væl umhugsað, og sum fer at hava við sær, at SAS heldur fram við virkseminum sum vant.

Nevndarformaðurin vísir á, at fleiri onnur flogfeløg hava roynt somu loysn við góðum úrsliti.

Carsten Dilling vísir aftur, at verkfallið hjá flogskiparunum er orsøkin til stigið. Vit hava umhugsað støðuna leingi, og verkfallið ger ikki støðuna hjá felagnum betri, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982