Hjálparfólkafelagið er fyri mismuni

Hjálparfólkafelagið er fyri mismuni
Landið og kommunurnar gera framvegis mismun á fakfeløgunum, sigur Hjálparfólkafelagið, sum nú hevur skipað seg eftir aðalfundin tann 17. juni.
Nevndin í Hjálparfólkafelagnum, sum nú hevur skipað seg við Sámali Hansen sum formanni.
 
07.07.2022 - 09:29

Felagið sigur, at tað verður gjørt við framhaldandi at loyva stovnsleiðarum at lata vera við at geva nýsettum starvsfólki møguleika at velja millum Pedagogfelagið og Hjálparfólkafelagið.

Hjálparfólkafelagið er ikki við í arbeiðsbólkinum, sum Uttanríkis- og Mentamálaráðið hevur sett at koma við tilmælum um betranir á trivnaðarøkinum. 

Og felagið sigur, at heldur ikki har talar Pedagogfelagið søk Hjálparfólkafelagsins.

Hjálparfólkafelagið vísir áhaldandi á, at brúk er fyri reglum, sum áseta, hvussu nógv hjálparfólk skulu setast á hvørjum arbeiðsplássi og ikki bara, hvussu nógvir pedagogar skulu setast. 

Vantandi reglur gera, at arbeiðspláss eru, har bara pedagogar arbeiða og onnur arbeiðspláss, har bara hjálparfólk arbeiða.

Nevndin í Hjálparfólkafelagnum hevur skipað seg eftir aðalfundin í ár.

Formaður er Sámal Hansen, næstformaður er Linda Højgaard, Eystan Elisson er peningarøkil, Laila Rólantsson er skrivari og Claus Højgaard er nevndarlimur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053