Færri søkja um lestrarpláss

Færri søkja um lestrarpláss
Fróðskaparsetrið fekk 392 umsóknir í ár, og lærdu háskúlarnir í Danmark fingu 302 umsóknir úr Føroyum. Samanumtikið søkja tó færri um lestrarpláss bæði her heima og í Danmark
 
14.07.2022 - 09:44

Aftur í ár hava færri føroyingar søkt um at sleppa í lærdar háskúlar í Danmark enn tey, sum hava søkt um at sleppa í Fróðskaparsetrið.

Fróðskaparsetrið fekk 392 umsóknir í ár.

Lærdir háskúlar í Danmark fingu 302 umsóknir úr Føroyum.

Hægri nám á Glasi fekk okkurt um 100 umsóknir.

Men samanumtikið søkja færri um at sleppa í lærdar háskúlar nú, bæði í Føroyum og í Danmark.

Sambært Studna fingu 838 fólk, sum lósu í Føroyum, stuðul í skúlaárinum 2013/14. Tá lósu 1.423 í Danmark og 258 í øðrum londum.

Í árinum 2020/21 vóru 1.018 í Føroyum, 630 í Danmark og 137 í øðrum londum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531