Fyrsti dagur á G!

Fyrsti dagur á G!
Gleðin var stór, tá Tessa spældi á sandinum um midnáttarleitið í gjár.
 
15.07.2022 - 14:38

Ársins G!-festivalur fór av bakkastokki í gjár.

Hóast festivalurin ikki hevur verið seinastu tvey árini, so var tað ikki stúgvandi fult av fólki fyrsta dagin, sum tað onkuntíð hevur verið.

Men veðrið var gott og lagið tað sama. 

Og longu áðrenn fyrsta navnið spældi, høvdu fólk sett seg í pottin

G! festival 2022, Hitapottar

Frítekst tagging: 
Caption: 
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

G! gestir

Caption: 
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Carlene Carter opnaði ballið

Fyrsta navnið á stóra pallinum í ár var countrysangarin, Carlene Carter.

Countryblóðið rennur í Carlene, sum er dóttir June Carter Cash, sum var gift við Johnny Cash. 

Carlene treiv eisini í kenda sangin hjá stjúkpápanum, Ring of Fire.

Sandurin var ikki meira enn hálvfullur av fólki, tá Carlene spældi. Men tað tóktist ikki plága nakran. 

dsc06201_1.jpg

Caption: 
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Heiðurskonsert í Grundini

Sum nakað nýtt í ár, var hósdagurin á Grundini heilagur tungmálminum.

Og tíðliga á kvøldinum var ein heilt serlig konsert við SIC, sum upptraðkaðu fyri allar síðstu ferð. 

Konsertin var ein kvøða til falna oddamannin í SIC, Mikkjal Gaard Hansen, ið tók seg av døgum í fjør.

Fleiri myndir frá teirri konsertini síggjast her.  

 

Unga rappdrotningin setti eld á

Tað vóru kanska serliga tey ungu, sum funnu sær leiðina oman á sandin um midnáttarleitið, tá danska Tessa skuldi seta punktum við fyrsta dagin á stóra pallinum á ársins G!-festivali.

Hóast síni 24 ungu ár hevur danski rapparin, Tessa, av álvara gjørt um seg á danska tónleikapallinum. Tað eru ikki nógvir kvinnuligir rapparar í Danmark, men Tessa er ein av teimum. 

Tessa

Caption: 
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Og tað gongur eisini væl hjá sokallaðu rapp-drotningini, sum spælir útseldar konsertir fyri og aðrar. Upprunaliga skuldi Tessa spæla á G! í 2020 og 2021, men festivalurin var av ongum orsakað av koronu.

Og meðan stóru tónleikaligu tiltøkini hava ligið í dvala orsakað av koronu, er Tessa flogin avstað við methøgari ferð.

Fyrsta staklagið hjá unga rapparanum var útgivið í 2019, og stutt eftir framførdi Tessa á Roskilde Festivalinum. Síðani eru stakløgini hjá Tessu seld í hópatali, og á Spotify eru sangirnir spældir yvir 50 milliónir ferðir. 

Og eftir fjøldini á sandinum at døma, so hava føroyingar eisini lurtað nógv eftir rapparanum frá Hundige í Keypmannahavn.

Tessa gestir G!

Caption: 
Bjarni Árting Rubeksen

Tessa var síðsta tónleikanavn at trína á stóra pallin á sandinum hóskvøldið. Eftir vanta tó fleiri nøvn at spæla á stóra pallinum sum eitt nú Daði Freyr (fríggjakvøld), José Gonzales (fríggjakvøld), Ásgeir (leygarkvøld), Teitur (leygarkvøld) og Eivør (leygarkvøld). 

 

Sí fleiri myndir frá konsertini hjá Tessa og fyrsta dagi á G! á okkara instagram-vanga

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Mánadag 29. juni
07 Vestur basti KÍ
210264
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179