Kom í G! hýr

Kom í G! hýr
G! festivalurin byrjar av álvara í dag, og hevur tú brúk fyri at koma í rætta G!-hýrin, so er hjálp at fáa her
Sól og summar er kanska í so nógv at ynskja sær til G! men veðrið sær út til at fara at skikka sær heilt væl, og so er serliga G-huglagið altíð til staðar uttan mun til veður og vind
Mynd: Savnsmynd  
 
14.07.2022 - 11:33

G! festivalurin 2022 er nakað serligt. Tað er fyrstu ferð í tvey ár, at tað er gjørligt at sleppa á G! orsakað av koronafarsóttini. 

G! varð fyrstu ferð fyriskipaður í 2002, og øll árini fram til 2020 var skipað fyri festivalinum í Syðrugøtu, ið er tónleikahátíð Føroya. 

Í gjár fluttu tey ungu inn á G! tjaldingarøkið.

>>Sí myndareportasjuna hjá Bjarna Árting Rubeksen.

Aftur í ár verða ein rúgvu av áhugaverdum og spennandi útlendskum tónlistanøvnum at hoyra, og tey koma úr øllum heraðshornum. Men G! bjóðar eisini altíð áhoyrarunum alt tað besta, ið føroyski tónleikapallurin hevur at bjóða. 

Sendingin LEITISSTEIN spældi týskvøldið nakað av tí tónleiki, ið verður at hoyra á G! í ár.

1538724


G! dokumentarurin

Í 2017 gjørdi Kringvarp Føroya eisini ein dokumentarfilm um G! festivalin. Hetta árið var danska Mø høvuðsnavnið, og í dokumentarinum "Millum himmal og helviti" verður fylgt við fyriskiparum, gøtufólki og festivalgestum, sum saman skapa serliga G!-huglagið. 

 

MILLUM_HIMMAL_OG_HELVITI_HD_TIL_NET

 

G! skráin 

Næstu dagarnar verður hópin av alskyns tónleiki at hoyra á Sandinum, á Spæliplássinum og í Grundini í vøkru Syðrugøtu. 

Í kvøld er amerikanska countrystjørnan Carlene Carter, ið er dóttir June Carter Cash og Carl Smith, høvuðsnavn saman við føroyska Marius og donsku Tessu. Hóskvøldið er eisini stórt tungmálmskvøld í Grundini, har SIC spælir eina seinastu ferð til heiðurs fyri oddamanninum Mikkjal Gaard Hansen, sála. 

Fríggjakvøldið eru tað svenski José Gonzalez, íslendska Daði Freyr og belgisku Sons, ið eru høvuðsnøvnini á Sandinum. 

Leygardagurin á G! bjóðar upp á føroysku Eivør og Teitur, íslendska Ásgeir og Jillionair.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302