Útvístur í fimm ár fyri rúsevnissmugling

Útvístur í fimm ár fyri rúsevnissmugling
Maðurin varð tikin í tolleftirlitinum í Vágum, tá ið hann týsdagin royndi at smugla umleið tvey kilo av hassji í konservesdósum.
 
14.07.2022 - 08:43

Ein 26 ára gamal maður úr Rumenia var mikudagin útvístur fyri at smugla rúsevni til Føroya.

Maðurin varð tikin í tolleftirlitinum í Vágum, tá ið hann týsdagin royndi at smugla umleið tvey kilo av hassji í konservesdósum.

Rumenski maðurin játtaði seg sekan, og tí kundi Føroya Rættur longu mikudagin avgreiða málið við einum straksdómi.

Maðurin var dømdur fýra mánaðir treytaleysa fongsulsrevsing, sigur løgreglan í tíðindaskrivi mikudagin.

Ákæruvaldið kravdi eisini, at 26 ára gamli maðurin skal útvísast úr Føroyum í fimm ár. Hesum tók Føroya Rættur undir við.

Harafturat kravdi ákæruvaldið, at hann skuldi fongslast eftir dómin, tí hann er útlendingur, og at hann skal sita, til útvísingin kann fremjast.

Eisini hesum tók Føroya Rættur undir við.

Hetta er tann triði straksdómurin eftir einum mánað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. januar
Upp á gólv
202150
Hósdag 1. januar
Andakt
202148
Hósdag 1. januar
Vælkomin heim
202132