Gerandisvørur dýrkaðar nógv

Gerandisvørur dýrkaðar nógv
Brúkaraprísirnir eru hækkaðir 7,3 prosent samanborið vð sama ársfjórðingin í fjør. Talan er um størstu árligu broyting í brúkaraprístalinum seinastu 14 árini.
 
15.07.2022 - 14:54

Hagstovan almannakunngjørdi í dag brúkaraprístalið fyri annan ársfjórðing.

Har varð staðfest, at brúkaraprísirnir eru hækkaðir 7,3 prosent samanborið vð sama ársfjórðingin í fjør. Talan er um størstu árligu broyting í brúkaraprístalinum seinastu 14 árini.

Mest sum allar vørur eru farnar upp. Brennievni er farið sera nógv upp, men eisini bólkarnir 'Hotel og matveitarar', 'Samskifti' og 'Klædnavørur og fótbúnaður' eru hækkaðir nógv.

Prísirnir fyri mat- og drykkjuvørur eru øktir 6,2 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. november
RagnarRokk: Jakob Lærke Harris um Anomaly
215052
Sunnudag 1. november
Allahalganna guðstænasta í Havnar kirkju
215726
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711