Útlit til at fáa maskinfólk til Herjólf III

Útlit til at fáa maskinfólk til Herjólf III
Sjey umsóknir komu inn aðruferð, at sókt varð eftir fólkini til maskinuna hjá Herjólfi III, sum skal sigla á Suðuroyarleiðini
Herjólf III liggur í løtuni á Skála, har tað verður arbeitt við at gera skipið klárt at fara í sigling
Mynd: Savnsmynd  
 
18.07.2022 - 14:42

Hesa ferð bar betur til hjá Strandfaraskipum landsins at fáa umsøkjarar til størvini í maskinuni hjá Herjólfi III.

Sjey umsóknir komu.

Í fyrra umfari komu ongar.

Tvey ella trý størv eru, og setanartilgongdin byrjar alt fyri eitt.

 

Herjólfur skal í sigling eftir ólavsøku

Jóhan Petur Abrahamsen, virkandi stjóri á Strandfaraskipum landsins, sigur, at tá hendan vikan er farin, er komið langt áleiðis við at seta størvini. 

Hann vónar, at størvini verða sett. 

Tí umsøkjararnir kunnu hava søkt fleiri størv, og fáa teir eitt annað starv, so taka teir kanska tað.

Ætlanin er, at Herjólfur III skal í sigling beint eftir ólavsøku.

Strandfaraskip landsins hava leigað Herjólf III til september næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392