Ungdómurin rakar tey ungu 

Um KVFTíðindi
Ungdómurin rakar tey ungu 
35 prosent av lurtarunum hjá Gentuvesinum eru 22 ár ella yngri 
 
22-07-2022

Feskastu tølini hjá Spotify eru hugaligur lesnaður, tí har stendur svart upp á hvítt, at ungdómstoymið Biit ger tilfar, sum ungdómurin lurtar eftir. 

30 prosent av teimum, sum lurta eftir Gentuvesinum á Spotify, eru millum 18 og 22 ár, og fimm prosent eru yngri enn 17. Soleiðis eru meiri enn ein av lurtarunum hjá Gentuvesinum 22 ár ella yngri. 

Hetta eru hugalig hagtøl.  

Sambært somu hagtølum hjá Spotify eru tað 39 prosent av lurtarunum, sum eru millum 23 og 27 ár. Tað merkir, at út við tríggir fjórðingar av lurtarunum hjá Gentuvesinum á Spotify eru 27 ár ella yngri. 

Gentuvesið byrjaði sum poddvarp burturav, sum bara var at finna á Biit.fo og Spotify. Hagtølini vísa eitt lítið lop uppeftir í spælingum, tá Gentuvesið kemur í útvarpsskránna, og at veruligur vindur kemur í seglini, tá Gentuvesið fer at senda live í útvarpinum. 

Gentuvesið hevur í løtuni oman fyri 3.600 unikkar brúkarar, sum lurta á Spotify. Tey hava givið Gentuvesinum oman fyri 61.000 starts og næstan 50.000 streams.  

Starts merkir, at brúkarin hevur lurtað í minsta lagi eitt sekund, og streams merkir, at brúkarin hevur lurtað í minsta lagi ein minutt. 

Hagtøl frá Spotify. 

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558

Um kvf css