Roynir aftur at broyta stýrisskipanarlógina

Roynir aftur at broyta stýrisskipanarlógina
Ætlanin er m.a. at broyta orðingina soleiðis, at kvinnur í løgtinginum ella landsstýrinum kunnu vera kvinnur og ikki menn
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, ætlaði at broyta stýrisskipanarlógina í seinastu tingsetu, men tað var av ongum. Broytingar í stýrisskipanini eru aftur í løglistanum, sum verður lagdur fram ólavsøkudag.
 
27.07.2022 - 08:38

Stýriskipanarlógin skal endurskoðast og broytast stendur í løglistanum, sum løgtingið fekk frá landsstýrinum á ólavsøku í fjør.

Og broytingaruppskotið kemur í hesari tingsetuni, segði løgmaður tá, fyri einum ári síðani.

Men tað kom ikki.

Stýriskipanin verður tó aftur í løglistanum, sum løgtingið fær fríggjadagin, ólavsøkudag.

 

Løgtingskvinnur og landsstýriskvinnur

Orðini løgtingsmaður og landsstýrismaður skulu broytast, so kvinnur í løgtinginum ella landsstýrinum kunnu vera kvinnur og ikki menn.

Eisini verður hugsað um fíggjarmálsviðurskifti, millumtjóðaviðurskifti, uppgávubýtið millum løgtingsins umboðsmann og Landsstýrismálanevndina hjá tinginum, valrætt til ómynduggjørd, kommunuviðurskifti og um rættarliga og politiska ábyrgd av teimum málum, sum løgd eru til sjálvstøðugar nevndir, sum taka endaligar avgerðir.

Fundir hava verið um stýrisskipanina, bæði í landsstýrinum og við floksformenninar í løgtinginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028