Fáa ikki undantak at landa uttanlands

Fáa ikki undantak at landa uttanlands
Árni Skaale, landsstýrismaður, sigur, at hann fylgir gongdini, men í løtuni er ikki grundarlag fyri at geva undantaksloyvi
Árni Skaale er landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
 
08.08.2022 - 15:30

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Árni Skaale, kennir til støðuna hjá nótaskipunum, sum øll í senn rendu seg í makrel, og tí eisini øll eru komin inn at landa í senn.

Skipini kunnu bara sleppa av við makrelin til ídnað við at landa hann til Havsbrún í Fuglafirði, og eftir lógini skal bróðurparturin landast í Føroyum, og í mesta lagi 15 prosent kunnu landast uttanlands.

Landsstýrismaðurin kann við kunngerð geva undantaksloyvi frá hesi reglu, men Árni Skaale sigur seg ongar ætlanir hava um tað, sum støðan er nú:
 

1542567

 

Páll Klein Rasmussen, skipari á Christiani í Grótinum, er misnøgdur um støðuna, nú so nógv skip bíða eftir at sleppa framat at landa.

Hann sigur, at tað tekur hálvttriðja samdøgur at sigla á fiskileið og hálvttriðja samdøgur at sigla innaftur, og tá fer dýrabær tíð til spillis hjá nótaskipunum, sum helst vildu fiskað mest møguligt av kvotuni.

>>>SÍ MEIRA HER<<<

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672