Simon Kvamm verður dómari í X-Factor

Simon Kvamm verður dómari í X-Factor
Tónleikarin og skemtarin, Simon Kvamm, er nýggjur dómari í danska X-Factor
"Eg kenni, at eg havi royndirnar til at geva øðrum ráð og vegleiðin, nú eg havi virkað so nógv á í tónleikavinnuni," sigur Simon Kvamm, sum er nýggjur dómari í X-Factor
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
10.08.2022 - 12:44

"Eg eiti Simon Kvamm, og abbi mín var gøtumaður," staðfesti Simon Kvamm, tá hann fyrstu ferð stóð á pallinum á Sandinum á G! í 2005.

Nú kann hann so siga, at: "Eg eri X-Factor-dómari."

47 ára gamli Simon Kvamm er nevniliga nýggjur dómari í X-factor-sendingini hjá TV2, og hann fer at sita við dómaraborðið saman við Thomas Blachman og Kwamie Liv. 

Simon Kvamm, sum er tónleikari og skemtari, yvirtekur sessin frá plátuvendaranum Martin Jensen, ið hevur verið dómari seinastu tvey árini.

Tað var Martin Jensen, sum var vegleiðari hjá føroyska Kára Fossdalsá, ið endaði á einum øðrum plássi í fjør. 

Royndasti dómarin er Thomas Blachman, ið eisini er vorðin ímyndin av X-Factor í Danmark, tí hann hevur verið við í 14 umførum av X-Factor. Kawamie Liv skal í holt við sítt næsta umfar sum dómari. 

X Factor, Dómarar

Frítekst tagging: 

 

Fekk sítt gjøgnumbrot í 2004

Simon Kvamm fekk sítt tónlistarliga gjøgnumbrot í 2004 við bólkinum Nephew og plátuni "USADSB". Longu árið eftir, í 2005, stóð hann so á pallinum á sandinum í Syðrugøtu og mælti tey mergjaðu orðini: "Abbi mín var gøtumaður."

2004 var eisini árið, tá Simon Kvamm eisini fekk sítt stóra gjøgnumbrot sum skemtari sum partur av skemtibólkinum "Drengene fra Angora". 

Nephew fór í upploysn í 2019 eftir átta plátuútgávur, og síðani hevur Simon Kvamm spælt við bólkinum Hugorm, sum hann stovnaði í 2017. Hugorm var eitt av høvuðsnøvnunum á ársins Voxbotn-tónleika tiltakinum í Havn. 

 

Gleðir seg

Simon Kvamm gleðir seg til at vera dómari í X-Factor. 

"Eg kenni, at eg havi royndirnar til at geva øðrum ráð og vegleiðin, nú eg havi virkað so nógv á í tónleikavinnuni," sigur hann við TV2.dk. 

Um tú vilt luttaka í X-Factor í hesum umfari, so eru upptøkuroyndir í morgin, 11. august, í Keypmannahavn, og týsdagin, 16. august, í Aarhus. Tað ber til at melda seg til X-Factor á heimasíðuni hjá TV2, men tað ber eisini til bara at møta upp. 

 

 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 

A post shared by Simon Kvamm (@simonkvamm)

Simon Kvamm var í vetur og vitjaði í Føroyum, har hann vísti børnunum Hvamm-dalin í Norðagøtu, sum Kvamm-eftirnavnið stavar frá

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602