Eingi ráð um tøkugjøld í hesum árinum

Eingi ráð um tøkugjøld í hesum árinum
Arbeiðsorkan hjá Búskaparráðnum røkkur ikki til nakra frágreiðing um tøkugjløldini fyrr enn næsta ár
Landsstýrismaðurin væntaði at fáa tilmæli frá Búskaparráðnum um tøkugjøldini í alivinnuni í ár, men tað verður ikki fyrr enn næsta ár. (Savnsmynd)
 
23.08.2022 - 17:55

Ongin frágreiðing um tilfeingisgjald í alivinnuni kemur frá Búskaparráðnum í hesum árinum.

Tað sigur Fróði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum.

Bakkafrost kunngjørdi í dag úrslitið fyri annan ársfjórðing, og tað vísir eitt avlop upp á 587 milliónir kr.,  eitt úrslit, sum er serliga merkt av óvanliga høgu laksaprísunum fyrr í ár.

 

Fróði Magnussen er formaður í Búskaparráðnum.

 

Gjøldini tillagast

Hóast laksaprísirnir nú eru lækkaðir nakað aftur, segði løgmaður í ólavsøkurøðuni, at tøkugjøldini í alivinnuni skulu tillagast.

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur sagt, at hann vil lesa frágreiðingina frá Búskaparráðnum, áðrenn støða verður tikin. Tá vónanði landsstýrsmaðurin at fáa frágreiðingina í heyst.

Men arbeiðsorkan hjá Búskaparráðnum røkkur ikki til nakra frágreiðing um tøkugjøld í ár, sigur Fróði Magnussen.

Ætlanin var at skipa fyri einari ráðstevnu um tilfeingisvinnur og gjøld í november, sum síðani skal gerast til eina frágreiðing. Men hendan ráðstevnan er nú útsett til fyrst í komandi ári, sigur formaðurin í Búskaparráðnum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

23082022_-_Tokugjald_til_net

 

 


 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678