Fáa fatur á øðrum ferðafólkum

Fáa fatur á øðrum ferðafólkum
Widerø flýgur nú fimm ferðir um vikuna millum Bergen og Vágar
Widerøe brúkar Bombardier Dash 8 Q400 flogfør, sum taka 78 ferðafólk.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
31.08.2022 - 08:46

Norska flogfelagið Widerøe flýgur nú fimm ferðir um vikuna millum Bergen og Vágar.

Flogið verður allar dagar uttan hósdag og leygardag.

Widerøe byrjaði at flúgva til Føroya í september í fjør. Tá var flogið tvær ferðir um vikuna.

 

Flestu ferðafólki eru norðmenn

- Hetta seinasta árið hevur víst okkum, at vit við einum nýggjum felagi á marknaðinum fáa fatur í ferðafólkum, vit ikki hava sæð í sama mun áður. Samansetingin av ferðafólkunum er ein onnur enn tann, vit fyrr hava sæð. Størsti parturin eru norðmenn, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága floghavn.

Widerøe brúkar Bombardier Dash 8 Q400 flogfør, sum taka 78 ferðafólk.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329