Putin fer ikki at fylgja Gorbatjov

Putin fer ikki at fylgja Gorbatjov
Úr Kreml verður sagt, at tíðarætlanin hjá russiska forsetanum ger, at hann fær ikki stundir til tess
Mikhail Gorbatjov doyði týsdagin.
 
01.09.2022 - 14:19

Jarðarferðin Mikhail Gorbatjov leygardagin verður uttan russiska forsetan, Vladimir Putin. 

Gorbatjov, sum gjørdist 91 ár, stjórnaði Sovjetsamveldinum frá 1985 til 91, og gjørdist sostatt seinasti leiðarin í Sovjetsamveldinum, áðrenn stórveldið fór í upploysn.

Hann fekk í 1990 Nobelfriðarheiðurslønina fyri leiklut sín at enda kalda kríggið millum eystur og vestur. Somuleiðis royndi hann at skapa eitt meira opið og demokratiskt Sovjetsamveldi, men tað endaði við upploysn.

Sambært Reuters fer russiski forsetin, Vladimir Putin, ikki at fylgja Gorbatjov leygardagin. Úr Kreml verður sagt, at tíðarætlanin hjá Putin loyvir ikki hesum. 

Talsmaðurin hjá russiska forsetanum, Dimitri Peskov, sigur, at Putin í staðin vísti sína virðing fyri Gorbatjov við at leggja ein krans við Sentrasjúkrahúsið i Moskva, har Gorbatjov doyði týsdagin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523