AFTURLIT: Síðsti brestur hjá 66-liðnum

AFTURLIT: Síðsti brestur hjá 66-liðnum
Hetta vikuskiftið fyri 50 árum síðan setti tiltikna 66-liðið hjá KÍ punktum fyri síni glæsiligu sigursrøð, tá liðið endurvann føroyameistaraheitið móti HB í Gundadali
KÍ-liðið, sum endurvann FM-heitið móti HB í Gundadali í 1972 við einum 1-1 javnleiki
 
03.09.2022 - 10:29

Sunnudagin 3. september 1972 vann KÍ FM-heitið, sum teir høvdu mist árið fyri eftir søguliga drúgvu fimmára sigursrøðina frá 1966 til 1970.

FM-heitið 1972 gjørdist endabresturin hjá 66-liðnum og fyri alt tað KÍ við, tí nú gingu næstan tjúgu ár til KÍ aftur var føroyameistari.

FM-sigursrøðin hjá KÍ frá 1966 til 1970 er framvegis met í føroyskum mansfótbólti.


Her er ein litmynd av 66-liðnum, tikin eftir FM-sigurin í 1966. 
Aftast f.v.: Olvheðin Jacobsen, John Sigurð Joensen, Páll Sigmund Sørensen, Steinbjørn Jacobsen, Jógvan Jacobsen og Jóanes Jacobsen.
Miðrað f.v.: Heðin Baldvinsson, Ólavur Thomsen og Eyolvur Joensen.
Fremst f.v.: Karl Gudmund Henriksen, Janus Isaksen og Magnus Kjelnæs. 

 

Endursenda dokumentarin um 66-liðið

Kringvarpið fer sunnukvøldið klokkan 19.00 at endursenda dokumentarin frá 2011 um 66-liðið hjá KÍ.

Fleiri av KÍ spælarunum á 66-liðnum, sum eru við í sjónvarpssendingini, eru ikki longur okkara millum.

Hin síðsti, ið deyður er, er Eiler Jacobsen, ið við málinum til 1-1 í avgerandi dystinum móti HB í 1972, tryggjaði KÍ FM-heitið tað árið. Eiler andaðist brádliga á Tórsvølli 11. august í ár undir dystinum millum KÍ og Ballkani úr Kosovo í Conference League kappingini.

Í greinini niðanfyri verður søgan um síðsta brestin hjá 66-liðnum fyri hálvari øld síðan fortald.

 

---------

Fótbóltsfepurin í 1972

Skrivað: Suni Merkistein

Mangan hevði rómurin verið nógvur, men nú bar av!

Fótbóltsfepurin, ið kyknaður var upp, tá ið HB og KÍ spældu tann avgerandi dystin um meistaraheitið 1972, var óvanliga høgur. At síggja so mannsterkar og mælskar fjepparaskarar við floytum og skeltum við áskrivaðum rakstrarrópum ganga kring vøllin undir dystinum boðaði frá nýggjum tíðum við fremmandum íblástri.

Søgan frá árinum fyri endurtók seg. Tað var aftur komið til ein finaludyst burturav millum HB og KÍ í seinasta umfari. Nú var Gundadalur pallurin fyri tann avgerandi dystin.

KÍ var eitt stig fremri enn HB og kundi tí standa seg við javnleiki, hjá HB ráddi afturímóti um at vinna - júst sum árið fyri

 

Ósigrað lið

Bæði KÍ og HB vóru ósigrað fyri tann avgerandi dystin. Fyrri dysturin teirra millum endaði javnur 1-1.

Harumframt hevði KÍ vunnið alt uttan útidystin móti B36, sum eisini endaði javnur. HB hevði umframt 1-1 móti KÍ tveir aðrar javnleikir - annan móti B36 og hin móti TB.

B36 tóktist nógv framfarið. Nýggir spælarar - vágbingurin Virgar Joensen, sum hevði spælt við VB, sørvingurin Jens Veyhe og leirvíkingurin Andreas Vatnhamar - munaðu nakað. B36 vann nærum alt móti TB, VB og ÍF, og gav eisini oddaliðunum dygga mótstøðu í øllum fýra dystunum. 

Hjá KÍ stóð á at vinna á B36 í seinasta heimadystinum stutt fyri endabrestin móti HB í Gundadali. Ikki fyrr enn fimm minuttir vóru eftir eydnaðist Magnusi Kjelnæs at skjóta sigursmálið og tryggja KÍ ein ógvuliga týðandi 1-0 sigur. 

KÍ hevði í strembanini at vinna meistaraheitið aftur útvegað sær íslendskan venjara. Sølvi Óskarson royndist teimum hollur, og fekk spælararnar í ógvuliga góða venjing.

 

Stór innrás

Einir 1500 í tali komu klaksvíkingar og norðoyingar fjølmentir til Havnar sjóvegis suður fyri bjørg.

Teir komu við Pride og Ternuni, sum sigldi eykatúrar. Men tað var ikki alt. Útróðrarbátar í Klaksvík floymdu eisini í stórum tali til Havnar. Fólk komu eisini innan úr Eysturoynni, úr Norðstreymoy, úr Vágum og sunnaneftir - allir føroyingar vóru spentir.

Leygarkvøldið fyri dystin merktist fótbóltsfepurin í miðbýnum í Havn. Tá sóust fyrstu KÍ-fjeppararnir longu í høvuðsstaðnum. Teir leitaðu oman í Vágsbotn at vita, um nakað sást til hetjurnar.

KÍ-manningin var farin til Havnar dagin fyri dystin, og hevði tilhald á Sjómansheiminum. Har legði Sølvi Óskarson taktikkin til dystin. Nýggjur spælari skuldi finnast fyri Eyolv Joensen, sum ikki fekk verið við. Hann var í læru í Danmark, og skuldi koma heim við flogfari, men lá veðurfastur í Kirkwall. Trygvi Ragnarson skuldi loysa Eyolv av.

 

3.450 atgongumerki seld

Sunnudagurin upprann við góðum veðri, men vøllurin var nóg so bleytur, tí tað hevði regnað illa dagin fyri.

Í góðari tíð fyri dystin sást ein javnur streymur av fólki niðan í Gundadal. Ýlini frá trýstfloytum og rópini frá fjepparunum hoyrdust langar leiðir. Innkrevjararnir høvdu úr at gera. Teir seldu ikki færri enn 3.450 atgongumerki - uttan iva nýtt áskoðaramet í Gundadali.

HB mannaði seg við sama álopi sum í Klaksvík árið fyri. Ragnar Hansen hevði vunnið sær sæti á miðvøllinum saman við Eiriki Rasmussen og trokað út á beinkin so góðar spælara sum Sverra Jacobsen og Egga Jensen. Finnur Helmsdal og Manne Persson vóru nýggir í HB-verjuni sammett við tann avgerandi dystin í 1971.

KÍ hevði somu manning sum árið fyri - einasta broyting var tann, at Eyolv Joensen ikki var sloppin heim til dystin. Trygvi Ragnarson loysti hann av á høgra bakki.

 

Gundadalur kókaði

Tað kókaði í Gundadali, tá ið klokkuni nærkaðist trý. Hvussu fór dysturin at taka seg upp? KÍ stóð seg við javnleiki, HB skuldi vinna.

Stutt áðrenn liðini skuldu inn á vøllin brast hurðin inn í HB-umklæðingarrúmið upp. Kendi V4-skemtarin Hermann Jacobsen stóð í hurðini.

"Vinna tit, sleppa allir í Kaggan í kvøld sum heiðursgestir - og ókeypis verður at drekka!"

"Peptalk" kann vera so mangt!

 

Fjálturin nívir

Nógvu áskoðararnir og allur rómurin tóktust at nerva spælararnar at byrja við. Ein løta gekk til teir komu á lagið. 

 

Dimmalætting:

"Dystur byrjaði og móti himli ljóðaðu fagnaðarróp, sum avgjørt gjørdu sítt til, at leikararnir hjá báðum liðum sýntust so fjáltursskotnir, at góður leikur ikki kundi skapast. KÍ-verjan stóð seg óføra væl, serliga úti í síðunum, har Heðin fullkomiliga helt Poul niðri, meðan nýggi leikarin, Trúgvi, í hinari síðuni tók sær av Eyðfinni, so at fá HB-álop skaptust við vongspæli, men inni á miðjuni megnaði Heri við rykkum at skapa sær og viðleikarum sínummálmøguleikar."

 

Einki mál kom í fyrra hálvleiki, sum var javnur, men leikliga heldur lakur. Í seinna hálvleiki leggur HB bragdligari fyri og brádliga er mál.

 

Norðlýsið:

"HB fær bóltin inni í brotsteigi KÍ´s aftaná at Trygvi hevur kiksað fullkomiliga, bólturin endar hjá John, staddur beint uttanfyri brotsteigin, sum skjýtur, ikki serliga hart, men bólturin fór í netið."

 

HB er nú við yvirlutan og er løtu seinni um reppið at økja til 2-0. Mong mundu ivaleyst hugsa, at avgerðin var nú fallin.


KÍ raknar við

Nú var tað KÍ, sum hevði fyri neyðini at fáa mál. Teir vóru heldur sperdir á at líta, eftir at HB hevði lagt seg á odda, men so líðandi ressaðust teir á. Teir fóru at stríðast av øllum alvi og fingu sum frá leið nøkur álop í lag. Og tá ið trettan minuttir vóru eftir bragdaði hjá teimum.

Norðlýsið:

"John Sigurð avleverar frá vinstru síðu yvir í høgru síðu til Olvheðin, sum headar til Eiler, sum tveitir seg inn um Dánjal Jákup og skorar.

Helvtin av stóru mannfjøldini í Gundadali skar í samfelt róp, sum hoyrdist um allan býin. Fagnaðurin var øgiligur, men royndu KÍ-manningini var greitt, at umráðandi var at fáa hevjaðu armarnar niður aftur sum skjótast, tí enn vóru ikki allar súður syftar. HB herjaði á aftur, men KÍ stríddist nú av heitum hjarta at halda fast um tað, ið vunnið var."

 

Dimmalætting:

"Og nú var als eingin ivi - KÍ var so sterkt leikandi og leikararnir hjálptu so væl hvørjum øðrum í verju, at HB-álopið megnaði ikki at finna veg til netið enn einaferð, hóast teir pressaðu treystliga móti endanum."

 

Brúsandi sigursrómur

Í somu stund sum dómarin blásti dystin av, var tað, sum reyk tundurproppurin úr sjampanjufløskuni. Fleiri hundranda KÍ-fjepparar í næstan sansaleysum ovfarakæti hildu út á vøllin at fagna sínum liði.

Rómurin var øgiligur - heitari og villari enn nakrantíð fyrr í føroyskum fótbólti. KÍ-spælararnir vórðu næstan sundurskræddir av øllum fjepparunum, sum vildu hálvfevna teir og ynskja teimum tillukku. Gundadalur brúsaði.

Ein hálvur tími mundi ganga, áðrenn umboð fyri ÍSF slapp framat at handa føroyameistarunum steypið.

Ferðin norður aftur til Klaksvíkar var bæði spælarum og øllum norðoyingum minnilig. KÍ-spælararnir sigldu heim við skonnartini Viðoy, sum tá nevndist Føroya Bjór. Á bryggjuni í Klaksvík stóðu øll tey, sum ikki vóru farin til Havnar. Móttøkan var stórfingin og hjartalig. Tað var, sum kendu summi á sær, at hetta var endabresturin hjá einum mætum fótbóltsliði.

Øll vildu fáa lut í síðstu sigursnáttini hjá 66-manningini.

----------------

Oddabrakini
- í orðum og tølum

Eins og undanfarnu árini vóru innanhýsis dystirnir millum KÍ og HB ógvuliga avgerandi aftur í 1972, men báðir dystirnir endaðu javnir.

Klaksvík, 22. mai 1972
KÍ-HB 1-1 (0-1)
28. 0-1: John Eysturoy (brt.)
75. 1-1: Steinbjørn Jacobsen (brt.)

Ítróttarárbókin 1972:
"Sum væntað gjørdist dysturin bæði javnur og spennandi, tó var spælið ikki sørt merkt av nervum frá báðum pørtum. Fyrri hálvleikur var nakað javnur, men HB hevði tað betra spælið, meira flótandi, við fleiri góðum atsóknum. Bæði liðini fóru kortini væl nøgd av aftur vøllinum. Eingin hevði vunnið, eingin hevði tapt."


Gundadalur, 3. september 1972
HB-KÍ 1-1 (0-0)
51. 1-0: John Eysturoy
77. 1-1: Eiler Jacobsen

Dómari: Dia Lava Olsen
Áskoðarar: 3.450

Dimmalætting:
"Á føroyameistaraliði KÍs kom eyðkendi stríðsandin til sjóndar, bestu leikarar vóru John Sigurð, Karl Gudmund á nýggjum plássi sum miðbakkur, Trygvi (í fyrra hálvleiki), Ólavur í málinum og ikki at gloyma Heðin, sum aftur var á vinstra bakverjaplássi og leikti frálíka væl. Hjá HB var Ragnar bestur og eisini Heri skapti nógv - hóast neyvleiki hansara í skotroyndunum ikki var hin eyðkendi, Dánjal Jákup var stinnur í verjuni, hóast hann má taka sín part av skuldini fyri útjavnandi KÍ-málið."

Útvarp Føroyar:
Theodor Jacobsen úr Fuglafirði útvarpaði FM-finaludystin fyri Útvarp Føroya.

 

KI_vinnur_FM_1972

 

Eiler Jacobsen, sáli, beint eftir at hann skoraði útjavnandi málið, ið tryggjaði KÍ FM í Gundadali í 1972

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Mánadag 25. november
Morgunlestur mánadagur 25.november 2024
184104
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982