Kunnu heinta heilivág í postkassa

Kunnu heinta heilivág í postkassa
Apoteksverkið fer undir royndarskipanina, men tað er greitt, at postkassaskipanin kann ikki brúkast til allan heilivág
Apoteksverkið fer undir royndarskipan, har fólk sjálvi kunnu heita heilivág í postkassa. (Savnsmynd)
 
08.09.2022 - 11:09

Apoteksverkið fer at seta í verk eina royndarskipan við postkassum, har fólk sjálv kunnu heinta heilivágin.

Tað upplýsti Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, í svari til munnligan fyrispurning frá Jóhannisi Joensen, løgtingsmanni, í tinginum í gjár.

 

Jóhannis Joensen, løgtingsmaður, spurdi um málið í tinginum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður.

 

Bjarni Prior er borgarstjóri í Vági kommunu. Hann fegnast um ætlanina. (Mynd: Bjarni Rubeksen)

 

Skipanin skal leggja upp fyri, at munur er á heilivági. Tí er ósannlíkt, at allur heilivágur kann heintast í postkassaskipanini, tí atlit skulu takast til trygga varðveitslu.

Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, fegnast um ætlanina. Men hann heldur, at apotek eigur at vera í Vágum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

08092022_Apotek_og_postkassi

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212773
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598