ES ætlar at fáa bíligari gass úr Noregi

ES ætlar at fáa bíligari gass úr Noregi
Forkvinnan í ES-nevndini hevur hildið røðu fyri ES-tinginum
Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, hevur hildið árligu røðu sína fyri ES-tinginum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
14.09.2022 - 10:16

Forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, ætlar at samráðast við Noreg um bíligari gass, fyri at lækka prísin á streymi. Hon ætlar at loysa prísin á gassi frá streymprísinum, tí dýra gassið ger, at streymurin verður met-dýrur at keypa. Tað boðaði hon frá í árligu talu síni um støðuna í ES, sum hon helt í Strasbourg. 

ES og Noreg skulu samstarva um hesi málini, og í taluni segði ES-forkvinnan, at hon hevur tosað við norska forsætisráðharran, Jonas Gahr Støre, um tað. 

- Eg eri samd við Jonas Gahr Støre, forsætisráðharra, um, at ein arbeiðsbólkur skal setast, sum skal kanna spurningin um, hvussu við kunnu lækka prísin á gassi á skynsaman hátt, segði Ursula von der Leyen.

Málið er at umskipa slakar 140 milliardir evrur, - tað svarar til ein milliard krónur, sum eru eykainntøkur hjá orkufeløgum, til tey, sum er ringast rakt av høgu orkuprísunum.

(greinin er rættað kl. 12.13)
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519