Heilsufrøðiliga starvsstovan steðgar gullvinnandi føroyskum vodka

Heilsufrøðiliga starvsstovan steðgar gullvinnandi føroyskum vodka
Faer Isles Distillery sleppur ikki at selja vodka úr vatni úr Sandoyartunlinum, tí vatnið kemur ikki úr løggildum tappistaði, sambært Heilsufrøðiligu starvsstovuni
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur steðgað serliga vodkanum frá Faer Isles Distillery, ið er framleitt við vatni úr Sandoyartunlinum
 
16.09.2022 - 10:24

"Vit hava júst fingið boð frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni (HSF), har tey biðja okkum afturhalda okkara nýggja North Atlantic Subsea Vodka. Trupulleikin er, sambært HSF, at vatnið ikki kemur frá løggildum tappistaði."

Soleiðis skrivar føroyska brennivínsvirkið Faer Isles Distillery á sínari Facebook-síðu. 

Faer Isles Distillery hevur annars lýst við, at teirra vodka, sum er bryggjað við vatni úr Sandoyartunlinum, skuldi vera til sølu í Rúsuni í dag klokkan 10. 

 

Leki gav møguleikan

Meðan Sandoyartunnilin varð boraður, varð ein leki funnin, har feskt vatn rann úr. Tað vísti seg, at stórar nøgdir av vatni støðugt runnu úr lekanum í fleiri mánaðir, og tað gav møguleikan til at framleiða hetta sermerkta vodkað. 

"Vatngóðskan er kannað av Thetis og er sera góð. Vit hildu hetta vera nóg mikið. Men sambært HFS (Heilsufrøðiligu starvstovuni) má vatn til matvøru einans koma frá løggildum tappistaði," skrivar Faer Isles Distillery. 

 

Gullheiðursløn

Subsea Vodka, sum vøran eitur, bleiv beinanvegin sent inn til eina av fremstu altjóða kappingunum fyri vodka, The Vodka Masters. Kappingin hevur nakrar av bestu serfrøðingunum í heiminum í dómsnevndini.

1. september bleiv almannakunngjørt, at Subsea Vodka hevði vunnið gull í flokkinum Super Premium.

Men nú hevur Heilsufrøðiliga starsstovan so noktað Faer Isles Distillery at selja hetta gullvinnandi vodkað. 

"Vit fara at gera alt, sum vit kunnu, fyri at loyvi at selja vøruna kemur upp á pláss sum skjótast. Vit eru sera hørm um støðuna yvir fyri teimum, sum til fánýtis ynsktu at keypa vøruna í dag," staðfesta framleiðararnir. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. apríl
Morgunlestur mikudagur 9.apríl 2025
190384
Týsdag 8. apríl
LEITISSTEIN 08.04.2025 (Hettarher)
190455
Týsdag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
190414
Týsdag 8. apríl
Morgunlestur týsdagur 8.apríl 2025
190383
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447
Týsdag 8. apríl
Fótbóltur: Føroyar - Gibraltar
190450
Mánadag 7. apríl
Hon leyp á leistum
190366