Hava yrkisskeið um landbúnað

Hava yrkisskeið um landbúnað
Fólk, sum hava ítøkiliga avtalu um festaraskifti, hava framíhjárætt
Skeiðið á Búnaðarstovuni byrjar 25. oktober og endar næsta summar.
 
21.09.2022 - 14:48

Búnaðarstovan fer í heyst undir yrkisskeið innan landbúnað. 

Skeiðið gevur rætt til at festa landsjørð - uttan tey festi, ið hava mjólkneyt.

Skeiðið er 220 undirvísingartímar og ein skrivlig verkætlan.

 

Endar við próvtøku

Undirvísingin er á Búnaðarstovuni í Kollafirði og byrjar 25. oktober og endar næsta summar. Undirvíst verður týskvøld og hóskvøld.

Hvør skeiðspartur endar við próvtøku, og nakrar verkligar venjingar eru eisini.

Fólk, sum hava ítøkiliga avtalu um festaraskifti, hava framíhjárætt, skrivar heimasíðan hjá Búnaðarstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444