Sleppa aftur at ala mink í Danmark

Sleppa aftur at ala mink í Danmark
Avgerðin er tikin í samráð við heilsumyndugleikarnar, men ivasamt er, hvussu stórur áhugi er fyri at taka minkaalingina uppaftur
Nú verður loyvt at ala minkar aftur í Danmark, men áhugin tykist vera lítil og eingin.
 
23.09.2022 - 13:58

Danska stjórin ætlar aftur at geva loyvi til at ala mink.

Avgerðin er tikin í samráð við heilsumyndugleikarnar.

Danski matvøruráðharrin, Rasmus Prehn, sigur, at avgerandi í málinum er, at heilsumyndugleikarnir siga, at tað er í lagi at fara at ala mink.

- Eftir tí, sum serkunnleikin metir, verður farið undir aftur at ala mink undir eftirliti, sigur ráðharrin.

Hann fer seinnapartin á fund við minkaalarar at greiða teimum frá ætlanunum hjá stjórnini.

 

Rasmus Prehn er ráðharri í matvørumálum í Danmark. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Lítil áhugi at byrja aftur

Tað er Serumstovnurin, sum hevur mett, bert smáir møguleikar eru fyri heilsuni hjá fólki, um farið verður undir aftur at ala mink í januar.

Tage Pedersen, formaður fyri donsku minkagarðarnar, segði í august, at fáir alarar fara at byrja av nýggjum. Tá hevði bert tann eini sagt seg fara at ala aftur.

15 alarar hava søkt um endurgjald fyri, at minkarnir vóru tiknir av, og ivasamt er, hvussu nógvir av teimum fara undir aling aftur, sigur hann við Ritzau.

Í november í 2020 gjørdi danska stjórnin av at taka allar minkar av, tí illgruni var um, at teir kundu breiða koronusmittuna.

Tað vísti seg ikki at vera lógarheimild at taka minkarnar av, og úrslitið var, at táverandi matvøruráðharrin, Mogens Jensen, mátti leggja frá sær.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985