Journalistar gloyma keldukritikk, tá ið keldan er serfrøðingur

Journalistar gloyma keldukritikk, tá ið keldan er serfrøðingur
Tað er niðurstøðan í eini danskari kanning, har journalistar hava havt blaðviðtal við serfrøðingar
 
30.09.2022 - 13:58

- Vit hava kannað meira enn 500 blaðgreinar, har vit hava hugt at, hvørjir serfrøðingarnir eru, og hvat teir úttala seg um, sigur Jakob Dybro Johansen, adjunktur á DJMX.

Í kanningini hugdu tey at, hvat serfrøðingarnir vóru brúktir til. Munur var gjørdur á, um serfrøðingurin úttalaði seg um okkurt faktuelt, ella um hann skuldi meta um eitthvørt.

 

Serfrøðingar viðmerkja og meta

- Í næstan øllum greinunum skuldi serfrøðingurin meta um eitthvørt, og tað var heilt greitt, at serfrøðingar ofta verða brúktir til at viðmerkja og siga sína hugsan um eitt ávíst evni, sigur Jakob.

Tað er ikki sína gransking, serfrøðingurin úttalar seg um, men ofta verður hann brúktur til at siga sína hugsan um eina støðu ella eitt ella annað evni.

Og tá kom ofta fyri, at serfrøðingar úttalaðu seg um eitthvørt, sum ikki var teirra serøki, samstundis sum journalisturin ikki hevði førleikarnar til at bjóða tí, sum serfrøðingurin segði, av.

 

Journalistar hava eina nýtslumerkta hugsan

Tey kannaðu eisini, hvussu journalistarnir arbeiddu. Kanningin vísti, at journalistar ofta mugu leggja upp fyri, hvussu nógva tíð teir hava at skriva greinina í, sum vanliga var ein fyrrapart ella ein dag.

- Tey høvdu eina meira nýtslumerkta hugsan, so sum, hvønn serfrøðing kenni eg, er tað ein, sum eg havi arbeitt saman við fyrr, er tað ein, sum eg havi álit á, og er tað ein, sum heilt einfalt tekur telefonina og sigur ja, greiðir Jakob frá.

Journalisturin hugsaði um samstarvsvilja, um serfrøðingurin var tøkur, og hvussu væl hann dugdi at miðla.

 

Álit er lyklaorðið

Kanningin vísti, at álit er lyklaorðið millum serfrøðing og journalist. Tað sæst, at tað er ofta upp til serfrøðingin sjálvan at siga frá, nær hann úttalar seg um okkurt, sum hann ikki veit nóg nógv um og harvið ikki hevur nógv góða próvgrund fyri at siga tað, sum hann úttalar seg um.

Journalistar hava lyndi til at ganga við til hetta, tí tey 1) ikki hava tíð at kanna eftir, um hald er í tí, ella tað er rætt, sum serfrøðingurin sigur, 2) ikki hava servitanina, sum krevst, fyri at bjóða serfrøðinginum av, og 3) serfrøðingurin úttalar seg um eitt evni, sum ikki er hansara egna gransking ella fakta, men har hann skal viðmerkja og meta um, og tí er tað eisini torført at eftirkanna.

 

Lurta eftir samrøðuni við Jakob Dybro Johansen, adjunktur á Journalistháskúlanum.

1552693

 

Leinki til grein á Videnskab.dk, trýst HER

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815