83 dagar á opnum havi

83 dagar á opnum havi
Tað verður eingin havrógving aftur fyri mítt viðkomandi, sigur Edmund Berg, ið var annar rógvarin umborð á Guðruni
 
04.10.2022 - 11:14

28. mai settust tríggir menn við árarnar á havgangandi róðrarbátinum, Guðrun. Teir løgdu frá landi nakað sunnanfyri Miami í Florida í USA.

Kósin var sett móti Føroyum. Teir væntaðu, at ferðin fór at taka tveir til tríggjar mánaðir.

 

1553278



Umborð vóru føroyingarnir, Edmund Berg og Jákup Jacobsen, og bretin, Neil Blackeby.

Guðrun kom kortini ongantíð til Føroya. Eftir 83 dagar á opnum havi endaði ferðin nakað vestanfyri Írland.

Tríggir fjórðingar av teininum vórðu lagdir afturum, tá ið ein sjógvur gjørdi, at báturin fór at leka.

Støðan var so mikið hættislig, at føroyingarnir fóru í gummibátin.

Eftir fimm tímar kom stóra farmaskipið, Nordic Qinngua, til bjargingarbátin.

Men tá var ikki sloppið. Níggju metrar vóru upp á dekkið, og aldan var seks metrar høg.

Tað eydnaðist Jákupi at fáa fatur í reipstiganum og koma sær í bátin.

Tá var Edmund einsamallur eftir í bjargingarbátinum.

- Í veruleikanum var hetta vandamiklasti partur av ferðini, ásannar Edmund Berg. 

Fleiri royndir vórðu gjørdar, men tað eydnaðist honum ikki at koma upp.

Eftir hvørja miseydnaða roynd mátti farmaskipið brúka ein góðan tíma at venda.

Fimtu ferð riggaði tað.

Edmund fekk tikið í stigan. So var bara at halda fast, tí hann fór undir, tá aldurnar skolaðu.

Kenslan at koma upp á dekkið er ring at lýsa.

Føroyingarnir eru takksamir fyri góðu viðferðina, teir fingu frá manningini á farmaskipinum. - Vit vóru bornir á lógvum.

- Tað verður eingin havrógving aftur fyri mítt viðkomandi, Tað hevði eg sett mær fyri, áðrenn vit fóru avstað.

Tú hugsar øðrvísi um tilveruna eftir eina slíka uppliving.

Vit hava tað so gott í Føroyum, og vit knarra um einki, sigur Edmund Berg, avgjørdur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Mánadag 29. juni
07 Vestur basti KÍ
210264
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179