Viljormur Davidsen: Ikki mín dreymabólkur

Viljormur Davidsen: Ikki mín dreymabólkur
Virkandi liðskiparin á føroyska A-landsliðnum, Viljormur Davidsen, heldur at Føroyar fingu eitt spennandi lutakast, hóast talan ikki er um nakran dreymabólk
Viljormur Davidsen, virkandi liðskipari á landsliðnum, hevur gott mót til EM-undankappingina
Mynd: FSF  
 
09.10.2022 - 12:33

Fótbóltslandslið sum Pólland, Kekkia, Albania og Moldova fáa ikki beinleiðis fótbóltsfjepparar her á landi upp úr stólinum. 

Føroyska ítróttarpressan er eisini samd um, at talan í so máta er um eitt rættiliga moði lutakast til undankappingina til EM í 2024. 

Viljormur Davidsen, sum er virkandi liðskipari á landsliðnum, nú Hallur Hansson er langtíðarskaddur, er ikki ósamdur. 

"Hattar er ikki mín dreymabólkur," staðfestir Viljormur Davidsen. 

 

Spennandi bólkur

Viljormur Davidsen er tó ikki er líka mótfallin um lutakasti, sum føroysku fjølmiðlarnir eru, tí hann sær møguleikar í bólkinum. 

"Talan er alíkavæl um ein spennandi bólk, tí eg havi ongantíð spælt móti Póllandi, Kekkia og Albania, so tað verður eitt upplivilsi at møta hesum landsliðum," sigur Viljormur Davidsen. 

Virkandi liðskiparin er eisini vónríkur um møguleikan at fáa stig.  

"Eg síggi altíð møguleikar at vinna fótbóltsdystir, men vit hava nokk størst møguleika móti Moldova. Vit hava nýliga møtt Moldova, og tá vunnu vit á heimavølli og spældu javnt á útivølli."

Persónliga gleðir Viljormur Davidsen seg serliga at spæla móti Albania. 

"Albania hevur tveir spælarar á landsliðnum, sum eg havi spælt saman við, so tað verður stuttligt at møta teimum."

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847