Fíggjarnevndin viðger eykajáttanarlógina

Fíggjarnevndin viðger eykajáttanarlógina
Biðið er m.a. um 30 milliónir kr. til at bora bergholini norður um Fjall
Eykajáttanarlógin er á skránni hjá fíggjarnevndini í dag. (Savnsmynd)
 
17.10.2022 - 09:20

Fíggjarnevndin hevur í dag fund um eykajáttanarlógina fyri oktober, og í hesum sambandi eru fleiri stovnar og landsstýrismenn boðsendir at greiða nærri frá fíggjarviðurskiftum.

Uppskotið hevur eitt hall upp á slakar 90 milliónir krónur.

Biðið er millum annað um 30 milliónir krónur í eykajáttan at bora bergholini norður um Fjall, 19 milliónir til landskassaveðhaldið fyri ferðslu í Eysturoyartunlinum, 9,4 milliónir krónur til endurgjald til skipasmíð, fólkaskúlin skal hava tríggjar milliónir aftrat og Fróðskaparsetrið 2,3 milliónir. 

3,3 milliónir skulu eisini játtast aftrat til lestrarstuðul, Landssjúkrahúsið hevur brúk fyri sløkum fimm milliónum aftrat og Suðuroyar sjúkrahús fyri sløkum tveimum milliónum.

Biðið er eisini um 14,3 milliónir til dagpengaskipanina, 6,7 milliónir til arbeiðsfremjandi tiltøk og seks milliónir til familjuískoyti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777