Skúlin er í góðum standi

Skúlin er í góðum standi
Ætlanin er at gera garðarnar kring Skúlan á Trøðni til stimbrandi skúlagarðar hjá børnunum
Hóast Skulin á Trøðni er frá 1976, er hann í góðum standi, sigur landsstýrismaðurin í mentamálum.
 
17.10.2022 - 10:56

Skúlin á Trøðni er í góðum standi bæði innan og uttan, hóast aldur sæst á einum bygningi frá 1976.

Tekjan og vindeygu eru skift, og skúlin er bjálvaður av nýggjum, tí ikki var so nógv hugsað um bjálving, tá skúlin var bygdur. 

Skúlin er væl hildin, og ljóðdoyvingin er rímiliga góð.

Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður, í svari til Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu.

 

Stimbrandi skúlagarður

Eyðgunn Samuelsen spurdi, um ætlanin er at gera nakað við økið uttan um skúlan, til tess at stimbra kropsligu og sansaligu menningina av børnunum.

Jenis av Rana sigur, at fýra skúlagarðar eru, og mett verður, at tað fer at kosta 250.000 kr. at gera hvønn garð til stimbrandi skúlagarð, ella tilsamans eina millión kr. 

Á fíggjarlógini fyri 2023 eru 300.000 kr. settar av til endamálið, og ætlanin er næstu árini at uppstiga alt økið uttan um skúlan, treytað av játtan á fíggjarlógini. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
Breddin: Trýstið á Evropa veksur
212721
Fríggjadag 4. september
Beinleiðis úr Studio 5: Tóra Trónd
212714
Fríggjadag 4. september
RagnarRokk: Garty Meskil um Stone Cold Anger
212036
Hósdag 3. september
RagnarRokk 3.september 2026
212238
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Joel Hokka um Via Miseria IV
212237
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532