Russiskt bumbuflogfar datt niður í íbúðarhús

Russiskt bumbuflogfar datt niður í íbúðarhús
Ógreitt er, hví flogfarið datt niður, men flogskipararnir siga, at eldur kom í annan motorin
Í minsta lagi 13 fólk doyðu, tá russiska flogfarið datt niður í íbúðarhúsini í býnum Yeysk.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
18.10.2022 - 08:27

Minst 13 fólk hava latið lív, eftir at eitt russiskt bumbuflogfar datt niður í russiska býnum Yeysk, stutt frá ukrainska markinum. 68 fólk eru bjargað.

Flogfarið, eitt SU-34, rakti eini íbúðarhús, sum at kalla vórðu løgd í oyði. 

Hví flogfarið datt niður, er ikki greitt, men flogskipararnir báðir siga, at eldur kom í annan motorin, tá flogfarið skuldi fara á flog.

Russar kanna nú orsøkina til vanlukkuna, tí illgruni er um, at Ukraina kann standa aftan fyri hendingina.

 

(Mynd: Ritzau Scanpix)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360