Iran sent herfólk til Krim-hálvoynna

bannari
Iran sent herfólk til Krim-hálvoynna
Sambært keldum hjá New York Times hava iranar eisini hjálpt russiska herinum við dronum
Seinastu dagarnar hava russar brúkt dronur í álopum á m.a. ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv. Sambært amerikanskum miðlum hava russar fingið dronur úr Iran.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
19.10.2022 - 08:48

Iran hevur sent herfólk til Krim-hálvoynna, sum russar tóku í 2014. 

Tað skrivar blaðið New York Times.

Sambært keldum hjá blaðnum, hava iranar hjálpt russiska herinum við dronum. Ein drona er eitt lutfalsliga lítið fjarstýrt og ómannað flogfar.

Iran sýtir fyri at hava veitt dronur til kríggið.

New York Times sigur, at herfólkið, sum er sent til Krim-hálvoynna, hoyrir til iransku kollveltingarhirðuna, sum stendur á yvirgangslistanum hjá USA.

Eisini blaðið The Mirror hevur fyri kortum skrivað, at servandir iranskir hermenn eru sendir til øki í Ukraina, sum russar hava lagt undir seg, at læra russiska herin at brúka álopsdronur.
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329