Løkke fær kortini ikki lyklastøðu

bannari
Løkke fær kortini ikki lyklastøðu
Formaðurin í Moderaterne sigur bart út, at valúrslitið í Grønlandi ger, at Mette Frederiksen kann halda fram sum forsætisráðharri
Leingi bendi alt á, at Lars Løkke Rasmussen og Moderaterne fóru at fáa lýklastøðu eftir valið í gjár.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
02.11.2022 - 08:42

Nýggi flokkurin, Moderaterne, hjá Lars Løkke Rasmussen hevði eitt gott val í gjár, og flokkurin er triðstørstur í fólkatinginum við 16 umboðum.

Men flokkurin fekk ikki ta støðu, sum Lars Løkke Rasmussen hevði roknað við, og tá formansumfarið í gjárkvøldið, segði hann onga orsøk vera til at halda, at hann fær litið upp í hendur at gerast samráðingarleiðari.

Síðani flokkurin varð stovnaður 5. juni, hava meiningakanningar víst, at Lars Løkke Rasmussen fór at gera av, hvør verður forsætisráðharri í Danmark. Men soleiðis metti hann ikki støðuna í gjárkvøldið.

Hann segði bart út, at úrslitið av valinum í Grønlandi, fer at tryggja Mette Frederiksen at halda fram sum forsætisráðharri:

 

02112022_Lars_Lokke


Inger Støjberg, sum eisini er fyrrverandi tinglimur hjá Vinstraflokkinum, hevði eitt gott val við nýggja flokkinum, Danmarksdemokratarnir, og fekk 14 tingslimir.

Sostatt hava flokkarnir hjá teimum báðum fyrrverandi vinstrapolittikarunum 30 umboð í fólkatinginum.

Inger Støjberg hevur ikki gjørt viðmerkingar til úrslitið av valinum.

Órógv hevur verið í Danska fólkaflokkinum í langa tíð, og fleiri fólkatingslimir eru farnir úr flokkinum.

Upp undir valið var fleiri ferðir spátt, at flokkurin fór at fáa umboð í fólkatingið.

Men tað helt ikki, og tað gjørdi formaðurin, Morten Messerschmidt, eisini greitt, tá valið var av:

 

Morten Messerschmidt, formaður í Danska fólkaflokkinum.

 

02112022_Messerschmidt

 

Tveir flokkar, sum stillaðu upp, fingu ikki umboð í fólkatingið. Teir vóru Frie Grønne og Kristindemokratarnir.

Forkvinnan í Kristindemokratunum, Marianne Karlsmose, er ikki nøgd við úrslitið:

 

02112022_Karlsmose


Marianne Karlsmose, forkvinna í Kristindemokratunum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. januar
Bolero 11 januar 2026
202494
Sunnudag 11. januar
Akademia: Metaetikkur
202423
Leygardag 10. januar
Jambalaja - 100126
202485
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429
Fríggjadag 9. januar
Veðrið
202459