Valdagurin í Kringvarpinum var væleydnaður

Um KVFTíðindi
Valdagurin í Kringvarpinum var væleydnaður
Umleið 70 fólk vóru til arbeiðis í Kringvarpinum til fólkatingsvalið 31. oktober
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02-11-2022

Hvussu fyrireikar Kringvarpið seg til stóra valkvøldið, og hvørjar eru uppgávurnar?

Kringvarpið spælir ein stóran leiklut, tá val er í Føroyum. Fyriuttan at viðgera valstríðið eru allar deildir í Kringvarpinum til arbeiðis sjálvan valdagin. Tíðindafólk eru eyðvitað til arbeiðis í útvarpinum og sjónvarpinum, men eisini umsiting og tøknideild hava úr at gera.

Tað er fólkatingsvalnevndin, sum hevur ábyrgdina av at skipa fyri fólkatingsvali, og Kringvarpið hevur í nógv ár havt avtalu við ymsu valnevndirnar um at vera móttøkustað fyri valúrslitini. Kringvarpið hevur ment eina valskipan, har valúrslitini verða tøppað inn og samantald. 

 

 

27.159 føroyingar nýttu sín valrætt til fólkatingsvalið mánadagin, og tey 57 valstøðini tøppaðu valúrslitini inn í valskipanina so líðandi, tá valstøðini lótu aftur á kvøldi. Summi valstøð høvdu ikki netsamband og ringdu tá úrslitini inn til Kringvarpið. 

 

 

Nógvar fyrireikingar hava verið vikurnar undan valinum. Farið varð undir at byggja nýtt studio í august mánaði, sum stóð liðugt fyrst í oktober. Studio bleiv tikið í nýtslu til Dag og viku mánakvøldið 3. oktober, og síðani fóru fyrireikingarnar til valið í gongd, tá tað varð útskrivað. Eisini er nýggj útgerð keypt, og grafikkskipanir settar upp av nýggjum, so starvsfólkini í Kringvarpinum hava havt nógv um at vera. 

 

 

Umleið 70 starvsfólk í Kringvarpinum vóru til arbeiðis valkvøldið. Tað er altíð ein ávísur spenningur í húsinum upp undir valið. 

 

 

Hoyr meira um fyrireikingarnar til fólkatingsvalið í Ljóaranum frá 1. november, tá Gunnar Nolsøe gjørdi samrøðu við Kára Poulsen og Jákupu Mikkelsen, ávikavist tøkni- og fyrisitingarleiðari í Kringvarpinum. 

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112

Um kvf css