Herjólfur III siglir framvegis í Íslandi

Herjólfur III siglir framvegis í Íslandi
Herjólfur IV, sum Herjólfur III avloysir, noyddist aftur á sleipistøð, og bíðað verður eftir eykalutum
Herjólfur III á veg inn í Vestmannaoyggjar um vikuskiftið.
Mynd: Mbl.is  
 
07.11.2022 - 08:36

Herjólf­ur III, sum skuldi koma aftur til Føroya nú, kemur ikki fyribils.

Tí Herjólfur IV, sum Herjólfur III avloysir, fór ikki sum ætlað aftur í siglingina til Vestmannaoyggjarnar um vikuskiftið.

Hann var ikki meira enn komin av skipasmiðjuni í Íslandi, tá hann noyddist aftur hagar.

Nú verður bíðað eftir eykalutum úr Niðurlondum, skrivar Morgunblaðið.

 

Avloysir næstu vikurnar

Blaðið skrivar, at Herjólf­ur III avloysir næstu vikurnar. Herjólfur III fór til Íslands fyrst í oktober.

Tá var sagt, at hann verður í Íslandi í tríggjar ella fýra vikur.

Tá kemur hann aftur til Føroya, fer hann at sigla við farmi á suðuroyarleiðini.

Strandfaraskip landsins hava leigað Herjólf III til september næsta ár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523