Stoltenberg: Russland er undir trýsti

Stoltenberg: Russland er undir trýsti
Russiski herurin er farin at taka seg aftur úr økinum við Kherson í Ukraina
Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari, hitti nýggja italska forsætisráðharran, Giorgiu Meloni, í dag.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
10.11.2022 - 15:16

NATO-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, sigur, at Russland er undir trýsti, nú fráboðanir eru um, at russiski herurin tekur seg aftur úr økinum við Kherson har suðuri í Ukraina.

- Tað er greitt, at Russland er undir hørðum trýsti, og um teir fara úr Kherson, verður tað enn ein sigur fyri Ukraina, segði Jens Stoltenberg fyrr í dag á tíðindafundi, eftir at hann hevði hitt italska forsætisráðharran, Giorgiu Meloni.

Eisini amerikanski forsetin, Joe Biden, sigur sambært The Guardian, at Russland hevur álvarsligar trupulleikar í Ukraina. Hann vísir á, at tá russiski herurin noyðist at fara úr økjum, sum ætlanin annars er at leggja undir seg, má tað merkja, at herurin hevur stórar avbjóðingar.

Men Mykhailo Podolyak, sum er fremsti ráðgevi hjá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, er meira varin. Hann skrivar á Twitter, at "gerðir tosa harðari enn orð."

- Vit síggja ongi tekin um, at Russland fer úr Kherson uttan stríð. Nógvir russarar eru enn í býnum, og russiskar herdeildir eru enn í økinum, skrivar Podolyak.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179