Thor-skip skal bora í Japan

Thor-skip skal bora í Japan
Vos Shine, sum Thor Wind hevur keypt, skal gera kjarnuboringar og aðrar kanningar fyri japansku stjórnina
 
10.12.2022 - 17:47

Thor Wind, sum er eitt dótturfelag hjá Thor í Hósvík, hevur keypt skipið Vos Shine, sum felagið frammanundan leigaði frá einum hollendskum reiðaríi.

Skipið ger kjarnuboringar og aðrar kanningar á økjum, har Japan skal seta havvindmyllur upp, og í hesum sambandi er skipið gjørt út við boritorni og aðrari útgerð.

- Hetta er partur av grønu og burðardyggu leiðini, japanska stjórnin hevur sett út í kortið til 2050, veit Thor Wind at siga.

Væleydnað royndarverkætlan
Thor Wind hevur hetta síðsta árið koyrt eina royndarverkætlan við skipinum, ið hevur roynst so mikið væl, at reiðaríið nú gjørdi av at keypa skipið.

Vos Shine, sum er bygt í 2012, er 1794 bruttotons, góðar 60 metrar langt og 15 metrar breitt, og manningin telur 34.

Í januar skal skipið til 10 ára klassingar í Suðurkorea, og tá fer tað eisini at skifta navn.

Ein av døgunum verður skipið, sum er heimahoyrandi í Hósvík, skrásett í føroysku skipaskránni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672