Sáttmáli gjørdur fyri Føroya Tele og Posta

Sáttmáli gjørdur fyri Føroya Tele og Posta
Limirnir í Starvsfelagnum í Føroya tele fáa 7,57 prosent meira í løn næsta ár og í 2024, og tey í Posta fáa 7,27 prosent
Tá Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið høvdu skrivað undir nýggja sáttmálan.
 
13.12.2022 - 10:16

Starvsfelagið og Føroya arbeiðsgevarafelag hava gjørt nýggjar sáttmálar fyri Føroya Tele og Posta.

Limirnir í Starvsfelagnum í Føroya tele fáa 7,57 prosent meira í løn næsta ár og í 2024, og tey í Posta fáa 7,27 prosent.

Sáttmálarnir eru galdandi frá 1. januar 2023 til 1. januar 2025.

Lønarhækkingin svarar til tað, sum onnur feløg á privata arbeiðsmarknaðinum hava fingið fyri sama tíðarskeið.

 

Eftirløn av yvirtíðarløn

Frá 1. januar komandi fáa fólk eisini eftirløn av yvirtíðarlønini.

Lønarkarmurin er 7,84 prosent.

Ein partur fer til eftirlønina av yvirtíðini.

Eftirlønin hjá Føroya tele er 15,5 prosent, og hjá Posta er hon 15 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. apríl
Frá Gággu til Krækling (1:4)
206690
Týsdag 7. apríl
Morgunlestur týsdagur 7.apríl 2026
206582
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635