Uppskot um løgmann í seinasta lagi 3. januar

Uppskot um løgmann í seinasta lagi 3. januar
Sambært stýrisskipanini skal nývalda løgtingið hava fund 22. desember
Bárður á Steig Nielsen bað í gjár løgtingsformannin um at vera loystur úr starvi sum løgmaður. Men hann er virkandi løgmaður, til nýggjur er valdur.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.12.2022 - 09:00

Kemur ikki uppskot um løgmann á tingfundinum 22. desember, skal tað í seinasta lagi koma 3. januar.

Tað sigur stýrisskipanarlógin.

Sambært henni skal nývalda løgtingið hava fund 22. desember kl. 10.

Tá skal valið 8. desember góðkennast, og tingið skal velja formann og formansskap.

Tingið velur løgtingsformannin uttan umrøðu ella nevndarviðgerð. 

 

Formansskapur

Tá formaðurin er valdur, tekur hann við alt fyri eitt og hevur fullar heimildir at skipa tingarbeiðið. 

Síðan tilnevna flokkarnir, uttan flokkurin, sum løgtingsformaðurin er í, eftir stødd tingfólk at vera fyrsti, annar og triði næstformaður.

Samráðingar um samgongu eru millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn.

Aksel V. Johannesen er samráðingarleiðari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860