Vænta ikki nógvan útróður hesa vikuna

Vænta ikki nógvan útróður hesa vikuna
Øll frystilínuskipini – uttan tvey – eru til fiskarí, og væntandi landa tey í vikuni.
Pison er eitt av frystilínuskipunum.
 
19.12.2022 - 08:35

Streymurin verður góður næstu dagarnar, men harðnar, sum vikan gongur, og av tí at veðrið ikki verður so gott, roknar Fiskamarknaður Føroya ikki við nógvum útróðri, nú jólini stunda til.

Tvey av smærru ísfiskalínuskip eru til fiskarí og landa bæði í dag.

Øll frystilínuskipini - uttan tvey - eru til fiskarí, og væntandi landa tey í vikuni.

Ein djúpvatnstrolari, sum er á svartkalvaveiðu, og kemur inn fyrst í vikuni, og ein liggur við bryggju.

 

Trolarar smáligt fiskarí

Fimm trolarapør eru til fiskarí, men hava smáligt fiskarí. Tey koma øll at landa í vikuni.

Tað er mest upsi, tey fáa, men eisini nakað av hvítum fiski, serliga longu og hýsu.

Fýra trolbátar eru á Skeivabanka og fiska mest av havtasku, men teir hava smáligt fiskarí. Allir landa í dag.

Fýra garnaskip eru úti. Tvey, sum fiska svartkalva, hava brúkiligt fiskarí, men hjá tveimum, sum fiska havtasku, er fiskaríið misjavnt. Øll garnaskipini landa í hesari vikuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439