Andin í samgonguskjalinum er tann sami sum í 2015

Andin í samgonguskjalinum er tann sami sum í 2015
Fyri tingfundin í morgin fara flokkarnir, sum nú skipa samgongu, at hava tíðindafund
Aksel V. Johannesen og hini samráðingarfólkini hava drukkið nógv krúss av kaffi seinastu dagarnar, meðan samráðst hevur verið um samgongu. Nú er arbeiðið liðugt, og í morgin verður løgmaður valdur.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.12.2022 - 13:25

- Andin í samgonguskjalinum, sum Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn hava skrivað, er tann sami sum í samgonguskjalinum, ið somu flokkar gjørdu í 2015. Tí hugsjónin hjá flokkunum er tann sama.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðari, nú teir tríggir flokkarnir eru vorðnir samdir um samgonguskjalið, og hvussu málsøkini skulu býtast.

Tingfundur verður í morgin klokkan 10, tá løgtingsformaður skal veljast. Tingið fer eisini at velja løgmann, og tá tað er gjørt, fer løgmaður væntandi at kunngera nøvnini á teimum, sum vera landsstýrisfólk, og hvørji málsøki tey fara at umsita. 

Fyri tingfundin, væntandi klokkan níggju, fara nýggju samgonguflokkarnir at hava tíðindafund.

Hoyr samrøðu, sum Jógvan Skeel Nolsøe gjørdi við Aksel V. Johannesen í útvarpstíðindunum:

 

21122022_Aksel

 

Árni Gregersen hevur eisini fylgt samgongusamráðingunum.

 

Hoyr samrøðu, sum Hansa Hansen gjørdi við Árna Gregersen, viðmerkjara, um politisku støðuna:

 

21122022_Arni_Gregersen_til_net

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938