Nú kemur skyldan at brúka rættin at fiska

Nú kemur skyldan at brúka rættin at fiska
Skal eigari av fiskifari avhenda kvotu ella fiskidagar í 2024, er treyt, at hann hevur brúkt í minsta lagi 60 prosent av kvotuni ella døgunum í 2023 
Línuskipini fáa færri fiskidagar næsta ár enn í ár.
 
27.12.2022 - 08:51

Á nýggjárinum koma reglurnar um brúksskyldu á fiskirættindi í gildi.

Sjófeingislógin ásetur, at fyri at kunna avhenda egnar fiskidagar ella egnar árskvotur í einum fiskiári, skal eigari av fiskifari fiskiárið frammanundan hava brúkt í minsta lagi 60 prosent av tillutaðu døgunum ella kvotuni.

Hendan reglan fær týdning fyri avhendingar frá og við fiskiárinum 2024. 

Skal eigari av fiskifari avhenda kvotu ella fiskidagar í 2024, er treyt, at hann hevur brúkt í minsta lagi 60 prosent av kvotuni ella døgunum í 2023. 

Undantiknar brúkstreytini fyri at avhenda eru kvotur av norðhavssild, makreli og svartkjafti.

Almenna brúksskyldan á veiðiloyvi og fiskiloyvi tekur eisini við á nýggjárinum. 

Tvey ár

Sjófeingislógin ásetur, at hevur fiskifar als ikki brúkt veiðiloyvi ella ávíst fiskiloyvi í tvey ár á rað, falla loyvini aftur til landið. 

Hetta merkir, at frá og við fiskiárinum 2025 skal Vørn á hvørjum ári kanna eftir, um fiskifør hava brúkt veiðiloyvi ella fiskiloyvi undanfarna tvey ára skeiðið. 

Hendan brúksskyldan er ikki galdandi fyri útróðrarbátar undir 15 tons í bólki fimm.

Umframt hesar reglur um brúksskyldu kemur á nýggjárinum eisini í gildi reglan, sum sigur, at hevur fiskifar ikki brúkt egnar fiskidagar ella egnar kvotur meira enn 30 prosent, fellur munurin millum tað, sum er brúkt, og 30 prosent aftur til landið. 

Hendan ásetingin fær fyrstu ferð týdning, tá kvotur ella fiskidagar skulu útskrivast í fiskiárinum 2024. 

Tá skal Vørn kanna eftir, um fiskifør hava gagnnýtt fiskidagar ella kvotur meira enn 30 prosentum í 2023. 

Hava tey ikki gjørt tað, fellur ein partur av døgunum ella kvotuni aftur til landið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595