Arbeiðsloysið er framvegis søguliga lítið

Arbeiðsloysið er framvegis søguliga lítið
Í dag eru 186 fólk skrásett í ALS at vera arbeiðsleys
Arbeiðsloysið er søguliga lítið. Í dag eru 186 skrásett sum arbeiðsleys í ALS. (Savnsmynd)
 
04.01.2023 - 10:09

Arbeiðsloysið var eisini 0,7 prosent í november í fjør, bæði hjá kvinnum og hjá monnum.

Tað er søguliga lítið, sigur Hagstovan.

Arbeiðsloysið svarar til 220 fulltíðararbeiðsleys.

Arbeiðsloysið var minst í Vágum og í Eysturoynni og størst í Sandoynni. Í dag eru 186 skrásett hjá ALS at vera arbeiðsleys.

325 fáa pengar úr fiskivirkisskipanini. Í henni eru 1197 fólk. Nøkur arbeiðsleys fáa pengar frá Almannaverkinum.

 

250 fulltíðararbeiðsleys

Í november í 2021 var arbeiðsloysið 0,8 prosent, 250 fulltíðararbeiðsleys. Ein fulltíðararbeiðsleysur er fólk, sum er arbeiðsleyst allan mánaðin. 

Tað merkir, at eru tvey fólk arbeiðsleys ein hálvan mánað hvørt, telja bæði samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur. Í november vóru 285 fólk arbeiðsleys.

Arbeiðsloysið er minst millum tey 45 til 54 ára gomlu og størst millum 25 til 34 ára.

13 prosent eru langtíðararbeiðsleys.Tey høvdu verið arbeiðsleys í meira enn eitt ár. Í november í fjør vóru 16 prosent langtíðararbeiðsleys.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329