Grundarlagið undir avgerð var skeivt

Grundarlagið undir avgerð var skeivt
Vinnukærunevndin kolldømdi avgerðina hjá Starvsstovuni og landsdjóralæknanum
Alarin søkti um loyvi at seta tvær milliónir smolt út, men hann fekk bara loyvi til hálva aðru millión. (Savnsmynd)
 
04.01.2023 - 08:27

Landsdjóralæknin hevði ikki grundarlag fyri at nokta einum alara at seta út tvær milliónir smolt, sum hann søkti um.

Heilsufrøðiliga starvsstovan og landsdjóralæknin góvu bara loyvi til hálva aðru millión.

Tey vístu til lúsastøðuna.

Men Vinnukærunevndin, sum fekk kæru frá alaranum, kolldømdi hesa avgerð.

Advokaturin hjá alaranum segði, at hvørki rakstrarkunngerðin ella lúsakunngerðin geva Heilsufrøðiligu starvsstovuni og landsdjóralæknanum grundarlag til at skerja smoltútsetingina ein fjórðing.

Vinnukærunevndin sigur eisini, at í avgerðini hjá landsdjóralæknanum eru feilir og manglar, sum høvdu avgerandi týdning fyri, hvussu avgerðin hjá landsdjóralæknanum bleiv.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025