Tríggir fyribils aðalstjórar í landsfyrisitingini

Tríggir fyribils aðalstjórar í landsfyrisitingini
Rógvi Reinert gevst sum aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, og Elin Mortensen, sendikvinna, verður fyribils aðalstjóri.
Umskipanir eru gjørdar í landsfyrisitingini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.01.2023 - 14:36

Trý nýggj fólk eru fyribils sett at røkja starvið sum aðalstjóri í landsfyrisitingini, upplýsir Løgmansskrivstovan.

Nella Festirstein, deildarstjóri á lógartænastuni, er sett fyribils sum aðalstjóri í nýggja Lógar- og innlendismálaráðnum. Somuleiðis er Pól E. Egholm, deildarstjóri á vinnudeildini, settur fyribils sum aðalstjóri í nýggja Umhvørvismálaráðnum.

 

Rógvi Reinert gevst sum aðalstjóri í Fiskimálaráðnum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Rógvi gevst

Rógvi Reinert gevst sum aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, har hann hevur verið aðalstjóri í 17 ár.

Fyrstu tíðina fer Rógvi at virka sum serligur ráðgevi í Fiskimálaráðnum, men eftir ætlan fer hann eisini at átaka sær aðrar uppgávur í landsfyrisitingini.

 

Elin Mortensen verður fyribils aðalstjóri í Fiskimálaráðnum. 

 

Elin tekur við

Elin Mortensen, sendikvinna Føroya til Evropa Samveldið, er sett sum fyribils aðalstjóri í Fiskimálaráðnum.

Tey trý aðalstjórastørvini í Lógar- og innlendismálaráðnum, Umhvørvismálaráðnum og Fiskimálaráðnum verða lýst leys seinni í ár, sigur Løgmansskrivstovan.

Hoyr samrøðu, sum Hansa Hansen gjørdi við John Rajani, løgmansstjóra, í útvarpstíðindunum: 

 

04012023_Rajani

 

John Rajani, løgmansstjóri. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086