Farmaflogfarið er seinkað

Farmaflogfarið er seinkað
Flúgvingin hjá FarCargo byrjar væntandi í fyrsta ársfjórðingi
Hetta er flogfarið, sum FarCargo fer at brúka á farleiðini millum Føroyar og USA.
 
05.01.2023 - 16:19

Farmaflogfarið hjá FarCargo er seinkað, men kemur væntandi í fyrsta ársfjórðingi í ár.

Tað boðar Birgir Nielsen, stjóri í FarCargo, frá.

Ætlanin hjá FarCargo var at fáa sítt Boeing 757 farmaflogfar í desember í fjør.

Ætlanin er, at farmaflogfarið skal flyta feskan laks hjá Bakkafrosti úr Føroyum til New York og møguliga aðrastaðni eisini.

 

Hava sett part av manningini
Fyrireikingarnar til farmaflogverkætlanina hjá FarCargo hava annars gingið sum ætlað, sigur felagið.

Felagið hevur sett part av flogmanningini, sum síðstu mánaðirnar hava verið til kravda simulatorútbúgving í Frankaríki fyri at lúka krøvini at flúgva Boeing 757 flogfør.

Ætlanin at byrja farmaflúgving millum Føroyar og USA við laksi og at bjóða flogfarmatænastur á heimferðini til Føroyar um Danmark eru óbroyttar, sigur felagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120