Óstøðug vatnveiting í Hósvík

Óstøðug vatnveiting í Hósvík
Sunda kommuna harmast , at arbeiðið við vatnbrunnunum hevur gingið so illa
Enn fáa hósvíkingar vatn úr gamla vatnbrunninum.
 
06.01.2023 - 11:19

Fólk í Hósvík hava einki vatn havt fleiri ferðir á jólum og eftir jól.

Sunda kommuna skrivar nú á heimasíðuni hjá sær, at arbeiðið at fáa vatnbrunnarnar í Hósvík tiknar í brúk aftur fyri ársskiftið bar ikki á mál. 

Kommunan sigur seg vera sera harma um støðuna, bæði tí kunning hevur vantað, og at arbeiðið við vatnbrunnunum hevur gingist so illa. 

Fyrsta stigið er nú at fáa sett brunnarnar til, so vatngoymslan er størri, og hósvíkingar ikki missa vatnið, um proppur kemur í vatninntakið.

 

Broyta inntakið

Annað stig er, at vatninntakið verður flutt og broytt, so hendan støðan við at proppur kemur í, ikki kemur aftur.

Hetta arbeiðið verður gjørt, tá tað er turt, í vár ella í summar.

Triðja stigið verður at fáa eitt eyka inntak við pumpuskipan til ovastu húsini og komandi útstykkingar. 

Enn fáa hósvíkingar vatn úr gamla vatnbrunninum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521