Landsrætturin dømir í Eik-málinum í dag

Landsrætturin dømir í Eik-málinum í dag
Eik-menninir vóru í Føroya rætti dømdir at gjalda 150 mió. kr. í endurgjaldi til Fíggjarligt støðufesti, men teir kærdu dómin til landsrættin
Í Landsrættinum krevja teir frídøming, ella í øðrum lagi at skula gjalda minni enn 150 milliónir krónur.
 
10.01.2023 - 08:18

Klokkan níggju í morgun okkara tíð fer Eystari landsrættur at siga dóm í Eikmálinum.

Dómurin verður sagdur í Keypmannahavn.

Hann skuldi sigast í Havn 21.november í fjør, men tað var útsett. 

Eik málið er millum Fíggjarligt støðufesti og teir tríggjar Eikmenninar, Marner Jacobsen, sum var forstjóri, Frithleif Olsen, sum var nevndarformaður, og Odd Bjellvåg, sum var næstformaður í Eik.

 

Krevja frídøming

Teir tríggir vóru í Føroya rætti 18.november 2019 dømdir at rinda tilsamans 150 milliónir krónur í endurgjaldi til Fíggjarligt støðufesti í sambandi við, at Eik banki kollsigldi í 2010. 

Teir kærdu dómin til Landsrættin.

Í Landsrættinum krevja teir frídøming, ella í øðrum lagi at skula gjalda minni enn 150 milliónir krónur. Fíggjarligt støðufesti krevur, at dómurin hjá Føroya rætti verður staðfestur.

Málið byrjaði í Landsrættinum 26.apríl í fjør. 25 rættardagar vóru settir av.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360