Bíða eftir landingartørni í Fuglafirði

Bíða eftir landingartørni í Fuglafirði
Havsbrún keypti góð 10.000 tons av svartkjafti í síðstu viku, og hesa vikuna keypirnvirkið meira enn 11.000 tons
Nógvi svartkjafturin ger, at skip noyðast at bíða eftir landingartørni í Fuglafirði.
Mynd: Havsbrún  
 
11.01.2023 - 09:10

Seks skip landaðu svartkjaft til Havsbrún í síðstu viku.

Gøtunes hevði 1000 tons, Finnur Fríði 1700 tons, Høgaberg 1700 tons, Tróndur í Gøtu 2300 tons, Katrin Jóhanna 1675 tons og Arctic Voyager 1800 tons.

Havsbrún keypti tí 10.175 tons av svartkjafti fyrstu vikuna í árinum.

Í hesari vikuni hevur Borgarin landað 2100 tons, Birita 1550 tons, Norðingur 1850 tons, Vestmenningur 1800 tons, Jupiter 2100 tons, Ango 1300 tons og Hoyvík skal eisini landa til Havsbrún nú í vikuni.

 

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, væntar, at kunngerðin um landingar uttanlands, verður lýst í hesi vikuni. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Fáa meira enn 11.000 tons

Hesa vikuna keypir Havsbrún meira enn 11.000 tons av svartkjafti. Nógvi svartkjafturin ger, at skip noyðast at bíða í Fuglafirði eftir landingartørni. 

Kunngerðin, sum fer at loyva undantøkum at landa svartkjaft uttanlands eitt ávíst tíðarskeið, er í gerð í Fiskimálaráðnum.

Hon skal til hoyringar og eisini fyri á landsstýrisfundi.

Dennis Holm, landsstýrismaður, væntar, at kunngerðin verður lýst í seinnu helvt av hesi vikuni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286