Vinnukundar í Føroyum eru væl fyri

Vinnukundar í Føroyum eru væl fyri
Kredittvirðið hjá vinnukundum í føroyskum peningastovnum er batnað seinnu árini, sigur danski tjóðbankin
Tjóðbankin sigur í nýggjari frágreiðing, at føroysku peningastovnarnir eru betur bjálvaðir, og tað ger, at teir eru førir fyri at taka ímóti tapum í framtíðini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.01.2023 - 14:09

Vinnukundarnir hjá føroysku peningastovnunum standa seg yvirskipað betur enn teir í donskum peningstovnum, har talið av neyðlíðandi vinnulánum er størri enn í Føroyum.

Hetta skrivar danski tjóðbankin í búskaparfrágreiðing fyri Føroyar, sum kom mánadagin.

Sostatt eru færri neyðlíðandi lán og skyldur hjá vinnukundum í føroyskum bankum enn í donskum. 

Tá hugt verður at niðurskrivingum og afturføringum av millumverandi við vinnukundar síðani 2016, sæst sama myndin, at støðan er betri í Føroyum.

Kredittvirðið hjá vinnukundum í føroyskum peningastovnum er sostatt alsamt batnað seinnu árini.   

Eisini eru føroyskir peningastovnar vorðnir betur bjálvaðir fíggjarliga seinnu árini. Tað ger teir betri førar fyri at standa ímóti tapum í framtíðini.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655